Real Madrid hevur flestar spælarar, sum eru í uppskotið til ársins spælara hjá FIFA. Tvífaldu Champions League vinnararnir hava ikki færri enn seks spælarar, sum eru í uppskoti skrivar FIFA.
Teir eru Daniel Carvajal, Cristiano Ronaldo, Toni Kroos, Luka Modric, Keylor Navas og Sergio Ramos. Av hinum 18 eru frá stórfeløgum í Evropa so sum Bayern Munchen, Borussia Dortmund, Juventus, Barcelona, Atletico Madrid, Chelsea, Tottenham, Manchester United og Arsenal.
FIFA best award og Ballon d’Or eru nú farið í tvey og annað árið á rað, so verður tað ein spælari, sum vinnur FIFA best award, og ein sum vinnur Ballon d’Or. Tað er liðskiparar, venjarar, fjølmiðlafólk og áskoðarar, sum atkvøða fyri ársins spælara hjá FIFA.
Spælarar úppskoti eru:
Pierre-Emerick Aubameyang, Gabon - Borussia Dortmund
Leonardo Bonucci, Italien - Juventus/AC Milan
Gianluigi Buffon, Italien - Juventus
Carvajal, Spanien - Real Madrid
Cristiano Ronaldo, Portugal - Real Madrid
Paulo Dybala, Argentina - Juventus
Antoine Griezmann, Frankrig - Atletico Madrid
Eden Hazard, Belgien - Chelsea
Zlatan Ibrahimovic, Sverige - Manchester United
Andres Iniesta, Spanien - Barcelona
Harry Kane, England - Tottenham
N'Golo Kante, Frankrig - Chelsea
Toni Kroos, Tyskland - Real Madrid
Robert Lewandowski, Polen - Bayern München
Marcelo, Brasilien, Real Madrid
Lionel Messi, Argentina - Barcelona
Luka Modric, Kroatien - Real Madrid
Keylor Navas, Costa Rica - Real Madrid
Manuel Neuer, Tyskland - Bayern München
Neymar, Brasilien - Barcelona/Paris Saint Germain
Sergio Ramos, Spanien - Real Madrid
Alexis Sánchez, Chile - Arsenal
Luis Suárez, Uruguay - Barcelona
Arturo Vidal, Chile - Bayern München