Nú ársskifti nærkast, hevur miðilin Bloomberg dagført listan við heimsins ríkastu fólkum.
Sambært Bloomberg er stovnarin av størsta internethandlinum, Amazon, ríkasti maður í heiminum. Jeff Bezos eigur ognir fyri umleið 625 milliardir krónur.
Bezos hevur yvirhálað Bill Gates, sum fleiri undafarin ár hevur verið heimsins ríkasti maður. Bill Gates, sum hevur verið oddamaður í Microsoft, eigur ognir fyri umleið 573 milliardir krónur.
Ein norðurlendingur er á topp-10 listanum. Tað er Ingvar Kamprad, sum stovnaði Ikea.
Topp-10: Ríkastu fólk í heiminum
1. Jeff Bezos (625 milliardir krónur)
2. Bill Gates (573 mia. kr.)
3. Warren Buffett (536 mia. kr.)
4. Amancio Ortega (475 mia. kr.)
5. Mark Zuckerberg (458 mia. kr.)
6. Bernard Arnault (398 mia. kr.)
7. Carlos Slim (390 mia. kr.)
8. Larry Ellison (332 mia. kr.)
9. Larry Page (329 mia. kr.)
10. Ingvar Kamprad (328 mia. kr.)
(Kelda: Bloomberg)