Tað vóru heldur óvæntað tíðindi í fótbóltsheiminum í dag, tá ið Zinedine Zidane legði frá sær sum Real Madrid-venjari, bara fáar dagar eftir at hann vann Champions League við felagnum.
Leysatíðindi um hvør fer at taka við sum nýggjur Real Madrid-venjari eru sum vera man longu farin í gongd, og tað tykist fyri vist, at tað serliga eru tveir mans, sum eru góð boð at taka við spanska høvuðsstaðarfelagnum.
Teir báðir eru Mauricio Pocchetino og Arsene Wenger. Wenger er tøkur á marknaðinum eftir at hann er givin í Arsenal, men soleiðis er ikki við Pocchetino, sum herfyri longdi um sáttmálan við Tottenham.
Chelsea-venjarin, Antonio Conte, og fyrrverandi Real Madrid-miðvallarin, Guti, eru sambært veiddingarfyritøkunum eisini rímilig boð, men tað tykist rættiliga vist, at tað verður annaðhvørt Pocchetino og Wenger.









