Hesir eru Evropa vandamiklastu brotsmenn

ES er farið undir at gera eina nýggja heimasíðu, sum skal vísa vandamiklastu brotsmenninar í Evropa. Í løtuni eru 44 menn og ein kvinna á listanum.

 

Á listanum stendur millum aðrar franski ríkisborgarin, Salah Abdeslam, sum varð eftirlýstir eftir yvirgangsatsóknirnar í París 13. novembur í fjør. Hann er mettur at vera sera vandamikil og vápnaður, stendur at lesa á síðuni Europe's most wanted fugitives, sum Europol umsitur.

 

Finningarløn er at fáa fyri tveir av monnunum á listanum. Tað eru Tibor Foco og Hime Lufaj úr Eysturríki, sum báðir eru eftirlýstir fyri morð. Upplýsingar, ið føra til, at teir vera handtiknir, eru verdur ávikavist góðar 20.000 og smáar 75.000 krónur.

 

Tveir norðurlendingar eru á listanum, millum annað einasta kvinnan á listanum. Tað er 29 ára gamla Marina Cecilia Kettunen úr Finlandi, sum er undir illgruna fyri at hava framt fíggjarsvik. Hin norðurlendingurin er 24 ára gamli Simon Arnamo úr Svøríki, sum er undir illgruna fyri morð.