Tey munnu vera mong, sum gleða seg til nýggja FIFA 19 kemur á gøturnar í næstum. Nú eru bara smáar tvær vikur eftir at bíða, tí fríggjadagin 28. september verður spælið til keyps í Føroyum.
Longu nú er tó greitt hvørja styrkismeting (rating) teir bestu spælararnir hava fingið. Tað er útgevarin, EA Sports, sum seinastu dagarnar hevur avdúkað hvørjir 80 teir bestu spælararnir í spælinum eru.
Ikki óvæntað eru tað Cristiano Ronaldo og Lionel Messi, ið hava fingið hægst rating. Teir báðir hava 94, meðan Neymar er einsamallur um at hava 92 frammanfyri eina rúgvu av spælarum, ið hava 91 og 90.
FIFA 19 topp 10 – rating
94 Cristiano Ronaldo
94 Lionel Messi
92 Neymar
91 Luka Modric
91 Kevin de Bruyne
91 Eden Hazard
91 Sergio Ramos
91 Luis Suarez
91 David de Gea
90 Toni Kroos