Navn er nú sett á dómararnar, ið skulu døma steypafinalurnar í hondbólti. Andreas F. Hansen og Eyðun Samuelsen døma mansfinaluna, meðan Hannis og Uni Wardum døma finaluna hjá kvinnum.
Um vikuskiftið verða steypafinlaurnar hjá bæði monnum og kvinnum. Nú er greitt hvørjir dómararnir verða, sum skulu halda skil á ávíkavist Neistanum og VB hjá kvinnum, og KÍF og StÍF hjá monnum.
Mansfinaluna døma Andreas F. Hansen og Eyðun Samuelsen, sum eru altjóða dómarar. Teir hava um vikuskiftið verið í Fraklandi og dømt. Finalan hjá monnum er millum StÍF og KÍF og byrjar klokkan 16.00
Finaluna hjá kvinnum døma brøðurnir Hanni og Uni Wardum. Finalan er millum favorittarnar úr Neistanum og VB, sum við seinasta kastinum í seinnu hálvfinaluni tryggjaði sær pláss í finaluni. Finalan hjá kvinnum byrjar klokkan 13.30.
Steypafinalur menn:
Leygardagin 9. feburar
KÍF StÍF: 16.00 (Beinleiðis á Rás2)
Dómarar: Andreas F. Hansen og Eyðun Samuelsen
Steypafinalur kvinnur:
Leygardagin 9. feburar
VB Neistin: 13.30 (Beinleiðis á Rás2)
Dómarar: Hannis Wardum og Uni Wardum