Hesir byrja inni hjá Víkingi

Europa League: Nú er greitt hvørjir 11 spælarar byrja inni hjá Víkingi ímóti Torpedo Kutaisi.

Kl.17.00 seinnapartin spælir Víkingur í 2. umfari í Europa League. Talan er um útidyst ímóti Torpedo Kutaisi úr Georgia. Hetta er fyrri dystur av tveimum.


Á in.fo verður beinleiðis tekstafrásøgn frá dystinum, og nú ein góðan tíma undan dystinum er greitt hvørjir 11 byrja inni hjá Víkingi. Teir eru hesir:


Elias Rasmussen – Elias Lervig, Gunnar Vatnhamar, Atli Gregersen, Hanus Jacobsen – Heðin Hansen, Dennis Nieblas, Karl Løkin, Sølvi Vatnhamar, Filip Djordjevic – Adeshina Lawal