Hesir byrja inni

Lars Olsen hevur sett navn á teir, sum byrja inni í kvøld móti Ungarn á Tórsvølli

Landsliðsvenjarin hevur gjørt tvær broytingar á føroyska liðnum síðani dystin ímóti norðurírum. Sølvi Vatnhamar og Brandur Olsen verður við frá byrjan ímóti Ungarn

 

Les eisini: Sølvi Vatnhamar byrjar helst inni

 

Í kvøld kl. 19:45 spælir føroyska fótbóltsslandsliðið triðja dystin í undankappingini til EM 2016, tá Ungarn fyri fyrstu ferð nakrantíð vitjar í Føroyum. Og til landsdystin ímóti ungarum hevur Lars Olsen valt at gera tvær broytingar á liðnum, í mun til dystin ímóti Norðurírlandi fyri trimum døgum síðani, skrivar fsf.fo.

 

Les eisini: Brandur byjar inni

 

Brandur Olsen spældi seinastu minuttirnar í Belfast, men verður hesaferð við frá byrjan, og har afturat hevur landsliðsvenjarin gjørt av, at Sølvi Vatnhamar skal fáa sína debut í landsliðshøpi, tá føroyska liðið rennir inn á Tórsvøll í kvøld.

 

Les eisini: Hans Jørgen farin heim

 

Gunnar Nielsen verður í mál, og í føroysku verjuni verða Jónas Tór Næs, Atli Gregersen, Sonni Ragnar Nattestad og Viljormur Davidsen.

 

Les eisini: Fróði tekur ikki brotsspark í morgin

 

Á miðvøllinum verður Christian Lamhauge Holst í vinstru síðu, meðan Sølvi Vatnhamar verður í høgru. Hallur Hansson og Fróði Benjaminsen vera mitt fyri, meðan Brandur Olsen verður framrættaður miðvallari.

 

Í føroyska álopinum verður Jóan Símun Edmundsson.

 

Føroyar: (4-2-3-1)

Gunnar Nielsen – Jónas Tór Næs, Atli Gregersen, Sonni Ragnar Nattestad, Viljormur Davidsen – Fróði Benjaminsen, Hallur Hansson – Sølvi Vatnhamar, Brandur H. Olsen, Christian L. Holst – Jóan Símun Edmundsson.

 

Rás2 sigur beinleiðis frá dystinum. byrjað verður at senda klokkan 16.