Lars Olsen, landsliðsvenjari hevur sett navn á fyrstu ellivu leikararnar, ið byrja á vøllinum ímóti Finnlandi
Í kvøld klokkan 19:45 spælir føroyska A-landsliðið við monnum fyrsta dystin í undankappingini til EM 2016.
Fyrireikingarnar í sambandi við dystin ímóti finnum hava gingið væl, og nú fáar tímar áðrenn fyrsta bríksl hevur Lars Olsen, landsliðsvenjari sett navn á fyrstu ellivu, ið byrja á vøllinum ímóti Finnlandi.
Í málinum:
Gunnar Nielsen
Í verjuni:
Jónas Tór Næs
Sonni Ragnar Nattestad
Odmar Færø
Viljormur Davidsen
Á miðvøllinum:
Róaldur Jakobsen
Fróði Benjaminsen
Christian Lamhauge Holst
Gilli Sørensen.
Framman fyri miðvøllin:
Hallur Hansson
Álopið:
Páll Klettskarð
Á beinkinum:
Teitur Matras Gestsson
Tórður Thomsen
Brandur H. Olsen
Jóhan Troest Davidsen
Bárður Hansen
Kaj Leo í Bartalstovu
Ári Mohr Jónsson
Arnbjørn Hansen
Rógvi Baldvinsson
Pól Jóhannus Justinussen
Klæmint A. Olsen
Jóan Símun Edmundsson.
EM-undankappingardysturin ímillum Føroyar og Finnland á Tórsvølli verður bríkslaður í gongd klokkan 19:45.