Hesir byrja hjá KÍ

Mikkjal Thomassen, venjari hjá KÍ, hevur kunngjørt hvørjir byrja í kvøld

KÍ skal í kvøld spæla seinna dystin móti FC Luzern úr Sveis í 2. undanumfarinum í Europa League. FC Luzern vann fyrra dystin 1-0 við málið í evstu løtu. Í samrøðu við FM1 á døgurða í dag, kunngjørdi Mikkjal Thomassen, venjari hjá KÍ, liðið. 

- Eg kann siga, at tað verða teir somu, ið byrja inni frá fyrra dystinum, sigur Mikkjal Thomassen.

Hann leggur afturat, at liðið kann broytast, um tað verður neyðugt at leypa meiri á. Venjarin hjá KÍ vil tó leypa framav. FM1 sigur frá dystinum, sum byrjar klokkan 18 á Toftum.

Liðið sum byrjar:

Kristian Joensen – Jóannes Danielsen, Jesper Brinck, Deni Pavlovic, Ísak Simonsen – Jákup B. Andreasen, Simen Sandmæl, Semir Hadzibulic, Jóannes Bjartalíð – Patrik Johannesen, Páll A. Klettskarð