Hesir byrja fyri U21 landsliðið

Føroyska U21 landsliðið skal eisini í eldin í kvøld

 

Tað er ikki bara a-landsliðið hjá monnum, sum seinni í kvøld skal í dyst. Tí áðrenn a-landsdystin í kvøld, skal U21 landsliðið hjá Føroyum nevniliga eisini í dyst.

 

U21 landsliðið skal spæla á Tórsvølli móti Georgia klokkan 17:30. Talan er um fjórða dystin hjá Føroyum í hesari undankappingini og annan heimadystin.

 

Á pappírinum hava Føroyar góðan møguleika í kvøld. Føroyar fingu í seinasta U21 landsdystinum heldur óvæntað stig í útidystinum móti Finnlandi, sum hevur givið føroyska hópinum gott mót. Og tá Georgia higartil hevur tapt báðar sínar dystir í bólkinum greitt, eiga møguleikarnir hjá tí føroyska liðnum avgjørt at vera til staðar í kvøld.

 

Fyri løtu síðani gjørdist greitt hvørjir 11 byrja dystin fyri føroyska U21 landsliðið í kvøld. Samanborið við liðið, ið fekk javnleik móti Finnlandi, er talan um endurtøku á øllum 11 plássunum á vøllinum.

 

Teir 11 sum byrja fyri Føroyar eru hesir:

Føroyar (4-2-3-1): Karstin Hansen (NSÍ) - Benjamin Heinesen (B36), Bartal Wardum (HB), Bjarni Petersen (B36), Erlendur Magnusson (B36) – Hákun Edmundsson (Skála), Betuel Hansen (NSÍ) – Jóannes Bjartalíð (KÍ), Teit Jacobsen (Sønderjyske), Meinhard E. Olsen (B36) – Jákup Thomsen (Thisted)