Greiningarfyritøkan Jato hevur gjørt eina uppgerð yvir bilasøluna í Europa í fjør. Samlaða bilasølan var 15,6 milliónir bilar, og tað var ein framgongd á trý prosent samanborið við fyrraárið.
Niðurstøðan hjá Jato er, at VW Golf var mest seldi bilur í Europa í fjør. Tað vórðu seldir umleið 483.000 VW Golf í 2027.
Í hølunum á Golf koma Renault Clio, VW Polo og Ford Fiesta.
Mest seldu bilar í Europa í fjør:
1. VW Golf - 483.105
2. Renault Clio - 327.395
3. VW Polo - 272.061
4. Ford Fiesta - 254.539
5. Nissan Qashqai - 246.939
6. Peugeot 208 - 244.615
7. VW Tiguan - 234.916
8. Opel Corsa - 232.738
9. Skoda Octavia - 230.116
10. Opel Astra - 217.813
(Kelda: Jato)










