Hesir báðir eru ovast á ynskilistanum hjá van Gaal

Manchester United tykjast ikki at verða lidnir við at keypa inn til komandi kappingarár

48 dagar eru eftir til flytingarvindeygað letur aftur, og summi fótbóltsfeløg eru í holt við at brynja seg til tennirnar.

 

Í Manchester United eru teir ikki lidnir at keypa inn enn. Sambært enska blaðnum "Daily Telegraph" hevur høvuðsvenjarin hjá Manchester United, Louis van Gaal sjóneykuna á tveir klassaspælarar. Talan er um framherjarnar, Edison Cavani úr Uruguay og Robert Lewandowski úr Bayern München. Men meir ivasamt er við Robert Lewandowski, tí róð verður uppundir, at Bayern eru ikki so áhugaðir at selja fleiri spælarar til Manchester United, ikki minst aftaná søluna av Bastian Schweinsteiger fyrr í vikuni.

 

Robert Lewandovski skeyt 17 mál fyri Bayern farna kappingarár, og er ovast á ynskilistanum hjá Louis van Gaal.