Hesir báðir við aftur í skúlakanningum

Økutossi og Calanus vórðu nýttir til kanningar í áttati- og nítiárunum

Hin 29. august komu tveir bátar inn á Miðnám á Kambsdali. Annar var jollan Økotussi og hin var fimmmannafarið Calanus.

 

 

Økotussi varð keyptur í 1983 av Studentaskúlanum við Gøtugjógv og varð doyptur í grønum sodavatni afturvið einari rámandi yrking hjá táverandi lívfrøðinæminginum Lis Gøte, greiðir Dánjal Petur Højgaard, lívfrøði- og evnafrøðilærari, frá.

 

 

Hin báturin er fimmmannafarið Calanus. Dánjal Petur Højgaard greiðir frá, at Calanus merkir reyðæti, sum er høvuðsføðin hjá makreli og sild, og sostatt ein týdningarmikil liður í á leið helmingini av føroyska búskapinum júst nú. Klaksvíkar HF-Skeið keypti bátin nýggjan úr Kaldbak í 1983. Hann varð eins og Økotussi nógv nýttur í áttati- og nítiárunum av lærugreinunum lívfrøði, fiskivinnu og ítrótti.

 

 

Nú Klaksvíkar HF-Skeið flutti niðan í Tekniska Skúla, stóð Tekniska Skúla í boði at umvæla og yvirtaka Calanus, men skúlin tók ikki av.

 

 

Tað er Dánjal Petur Højgaard, sum saman við Høgna Holm, lærara í lívfrøði og landalæru hevur arbeitt fram ímóti, at fáa bátarnar báðar umvældar og klárar at flota.

 

 

Høgni Holm hevur seinasta árið gjørt tær neyðugu umvælingarnar; nýggjar tollar, ymiskt metal-arbeiði, umvælt slitið glasfipur og annað, so nú er báturin sigliklárur aftur.

 


Hósdagin 7. September fóru tveir lívfrøði flokkar longu og tungu leiðina við Økotussa niðan á Trælavatn. Hann fór í vinnu beinanvegin. Lívfrøðilærararnir høvdu gjørt fleiri fyrireikandi túrar, og eisini høvdu teir verið á Trælavatni dagin fyri túrin og sett ymiskar fellur og eina sílalínu.

 

 

Teir greiða frá, at umframt at læra um lokalitetin og lívfrøðina á Trælavatni, so læra næmingar eisini um alt frá fiski- og alivinnu, samfelags- og landafrøði og enntá um ferðavinnuna á einum slíkum túri.

 

 

Les alla frágreiðingina um túrin í Sosialinum, sum verður borin í hvørt hús í landinum í morgin