Hesin verður nýggjur venjari hjá TB

Betri deildin menn: Alt bendir á, at Tummas Erling Djurhuus verður nýggjur venjari hjá TB

Mynd: (B36/Facebook)

Keldir í TB siga við In.fo, at Zora Palvovic ikki verður venjari hjá TB. Hann hevur verið við Stórá í seinastuni, men loyvini og sáttmálin er ongantíð komin upp á pláss. Nú sigst, at Tummas Erling Djurhuus verður nýggjur venjari hjá TB. Nakað sum bolt.fo eisini hevur skrivað.

 

B36 boðar í dag frá, at Tummas Erling Djurhuus gevst sum venjari hjá besta kvinnuliðnum í felagnum. Tí bendir alt á, at Tummas Erling Djurhuus verður nýggjur venjari hjá TB.

 

B36:

 

Betri kvinnur skulu hava nýggjan høvuðsvenjara.

 

Tummas Erling Djurhuus hevur boðað starvsnevnd og hópinum frá, at hann gevst í starvinum sum høvuðsvenjari í B36.

 

Sigurin á EBS/Skála í gjár var síðsta uppgávan hjá honum fyri B36 á hesum sinni.

 

Hetta inniber at Betri kvinnur skulu hava nýggjan høvuðsvenjara, og tað arbeiðið er í gongd.

 

B36 takkar Tummas Erlingi Djurhuus fyri serstakliga gott samstarv í tíðini hann hevur verið í felagnum. Bæði um høvuðsungdómsvenjari og høvuðsvenjari hjá Betri kvinnum.

 

Her liggur nógv gott arbeiði eftir í felagnum.

 

B36 ynskir honum blíðan byrð framyvir

 

Mynd: (B36/Facebook)