Eftir nøkur ár í útlegd í EB/Streymi verður Niels Pauli Danielsen aftur at síggja í bláu KÍ-blusuni í 2016.
Hóast tað ikki er váttað enn, so vilja sera álítandi keldur hjá Miðlahúsinum vera við, at seinni í kvøld verður Niels Pauli almannakunngjørdur sum nýggjur KÍ-leikari. KÍ heldur ársveitslu í kvøld, og verður skiftið kunngjørt har.
EB/Streymur hevur eisini ársveitslu í kvøld. Har hevur Niels Pauli júst takkað fyri seg í felagnum - á hesum sinni. Beint nú er hann ávegis til Klaksvíkar, har hann sum kunnugt skal kunngerast sum nýggjur KÍ-leikari.
Niels Pauli er uppruna klaksvíkingur, men síðani 2011 hevur hann spælt við EB/Streymi. Her hevur hann verið ímillum stóru profilarnar á liðnum, og millum annað var hann liðskipari ein part av júst undanfarna kappingarári. EB/Streymur flutti sum kunnugt niður, og sæð í tí ljósinum er tað kanska ikki so óvæntað, at Niels Pauli Danielsen skiftir til júst KÍ.