Hesin verður fyrsta keypið hjá Newcastle

Premier League: Newcastle er í holt við at keypa enska landsliðsspælara

Kieran Trippier verður fyrsta keypið í nýggja tíðarskeiðnum hjá Newcastle, eftir at felagið bleiv keypt av royalu familjuni í Saudiarabia. Høgra bakkurin hevur spælt við Atletico Madrid í seinstuni, har hann kom til frá Tottenham. Kieran Trippier er millum høgru bakkarnar hjá enska landsliðnum.

 

Hann verður mettur sum ein stórur styrkur fyri Newcastle, ið enn liggur undir niðurflytingarstrikuni. Umframt at vera ein góður høgri bakkur, sum hevur hann eisin góðar deyðbóltar.

 

Um Kieran Trippier spælir á enska landsliðnum og umboðar Newcastle, so er hann tann fyrsti síðani Andy Carroll í 2010. Prísurin fyri Kieran Trippier liggur um 100 milliónir krónur.