Fyriskipararnir av Voxbotn avdúka í dag, at Mike Perry verður eitt av høvuðsnøvnunum á ársins konsertdegi, sum verður í Vágsbotni 30. juni.
Mike Perry fekk sítt heilt stóra altjóða gjøgnumbrot í 2016 við lagnum “The Ocean”, sum gjørdist ársins summarhitt í 2016. Lagið er spælt næstan 500 milliónir ferðir á Spotify og var eitt tað mest spælda lagið yvirhøvur á Spotify í 2016. The Ocean hevur eisini ligið í topp 10 í fleiri enn 20 londum - harímillum nummar eitt í Svøríki.
Sama kunnu vit siga um løgini “Inside the Lines”, “Talk about it”, “Hands” og “Body to Body”, sum eisini hava staðið seg stak væl og eru nógv spæld. Nýggjasta skotið frá Mike Perry er “Stay Young”, sum uttan iva eisini fer at náa slíkum tølum. Mike Perry hevur eisini staðið fyri fleiri endurspælingum, millum annað av lagnum “Perfect” hjá Ed Sheeran.
Mike Perry spældi í ár á Tomorrowland, sum er heimsins størsti elektroniski festivalur. Og komandi summar verður hann eitt av stóru nøvnunum á teimum allar størstu festivalunum kring heimin.
So tað er eingin ivi um, at hetta er ein harri, ið fer at fáa fjøldina á kók eins og aðrir DJ’s hava gjørt á Voxbotn.
Umframt Mike Perry, hava fyriskipararnir longu kunngjørt, at Nephew, Gilli, Byrta, Hardinger Band, Danny & The Veetos og Hamradun eisini fara at luttaka á Voxbotn 2018. Komandi tíðina verða enn fleiri nøvn avdúkaði - bæði føroysk og útlendsk.