Hesin tekur yvir í B36

Tað verður ein fyrrverandi ungdómsvenjari í B36, sum hevur arbeitt við ungdómsfótbólti í Lyngby, sum tekur yvir

Tað verður Dan Brimsvík, ið tekur yvir sum venjari hjá B36, eftir at Jákup á Borg og venjaratoymið, Tróndur Vatnhamar, Fróði Clementsen og André Olsen, góvust týsdagin, eftir at tað kom at ónøgd var í hópinum.

Les eisini: Eg eri bæði keddur og bilsin 

Dan Brimsvík er fyrrverandi ungdómsvenjari hjá B36 og hevur seinnu árini verið venjari hjá U14 og U15 liðnum hjá Lyngby. Hann hevur eisini verið partur av fótbóltsskúla, sum hevur verið í Føroyum nakrar ferðir.

Les eisini: Jákup á Borg gevst í B36 

Dan Brimsvík skuldi upprunaliga verða høvðusungdómsvenjari í B36, men verður nú høvðusvenjari hjá besta liðnum. B36 hevur enn møguleikan at koma í Evropa til komandi kappingarár við at vinna steypakappingina.

Les eisini: Alt venjaratoymið gevst