Fyri hvørjar 109 minuttir Sergio Aguero er á vøllinum í Premier League, so skorar argentinski framherjin fyri Manchester City. Tað er nógv tað besta "mál pr minutt" talið av øllum spælarum í søguni í Premier League.
Les eisini: Manchester United uttan Rojo
Sergio Aguero avgjørdi í gjár grannauppgerðina millum Manchester City og Manchester United við málið nummar 62 í Premier League – og sínum tíggjunda í ár. Sergio Aguero er vandamiklasti áleyparin per minutt í søguni í Premier League – frammanfyri Thierry Henry.
Les eisini: Manchester er ljósablátt
Legendariski framherjin hjá Arsenal megnaði at skjóta 175 mál, tey átta árini hann spæli við London felagnum. Hann skoraði eitt mál fyri hvørjar 122 minuttir hann var á vøllinum.
Á triðja plássið kemur eitt heldur ókent navn. Talan er um Adam Le Fondre, sum hevur skotið tólv mál í Premier League, men skoraði tey flestu sum innskiftari. Tí er hansara tal fyri spælar minuttir pr mál sera lágt.
Aðrir menn á listanum er kendir spælarar sum Alan Shearer, Ruud van Nistelrroy, Michael Owen og Ian Wright.
Her er topp 20 listin yvir hvør brúkar minst minuttir fyri hvørt mál:
1. Sergio Aguero 109 Minuttir pr mál (62 - Samlað mál í Premier League)
2. Thierry Henry 122 (175)
3. Adam Le Fondre 124 (12)
4. Ruud van Nistelrooy 128 (95)
5. Javier Hernandez 130 (37)
6. Samuel Eto’o 134 (12)
7. Robin van Persie 137 (137)
8. Edin Dzeko 139 (48)
9. Luis Suarez 139 (69)
10. Daniel Sturridge 139 (58)
11. Hernan Crespo 141 (20)
12. Alan Shearer 147 (260)
13. Ivan Klasnic 151 (20)
14. Ole Gunnar Solskjær 153 (91)
15. Michael Owen 154 (150)
16. Romelu Lukaku 154 (36)
17. Wilfred Bony 154 (20)
18. Davor Suker 156 (10)
19. Ian Wright 157 (113)
20. Demba Ba 160 (43)