Hesin skal standa á odda fyri Brexit

Theresa May hevur valt nýggjan ráðharra fyri Brexit

Stephen Barclay er maðurin, ið skal standa á odda, tá Bretland næsta ár ferð úr ES. Tað er greitt, aftaná at bretski forsætisráðharrin Theresa May í dag kunngjørdi, at hon hevur útnevnt hann sum nýggjan ráðharra fyri Brexit.


Stephen Barclay, ið er tingmaður fyri North East Cambridgeshire valdømi, hevur síðan januar verið heilsumálaráðharri, men tekur nú við starvinum sum brexit-ráðharri. Tað hendir aftaná, at Dominic Raab legði sessin frá sær, tí hann var ónøgdur við avtaluna, ið stjórnin hevur fingið í lag við ES í samband við tilgongdina at fara úr samstarvinum.


Sambært BBC, so verður høvuðsuppgávan hjá nýggja ráðharranum at taka sær av innanríkis viðurskiftunum í samband við Brexit.


Nýggi ráðharrin er tilnevndur aftaná fleiri ráðharrar og stavsfólk hava lagt frá sær í kjalarvørrinum av, at Theresa May hósdagin kunngjørdi Brexit-avtaluna millum Bretland og ES. Stór ónøgd hevur verið millum hennara egnu floksfelagar yvir avtaluna, ið summi meta vera ov veik, og hava 20 tinglimir higartil boðað frá, at teir ikki longur hava álit á hana sum forkvinna í Konservativa flokkinum.