Hesin skal loysa góða gamla Mini av

Myndin omanfyri er ein av teimum fyrstu, sum eru almannakunngjørdar av tí nýggja Mini-avloysarnum. Tað er BMW, sum eigur Roververksmiðjuna, ið ger bilin, sum varð vístur fram á bilframsýningini Frankfurt Motorshow..

Avloysarin hjá tí søguliga Mini frá 1959 hevur annars verður rættuliga loyniligur, men tað er so nógvur turbulensur í bilaheiminum, at BMW helst hevur hildið, at tí var tíðin komin at vísa bilin fram, hóast hann enn ikki er komin á marknaðin.. Serliga verður bilurin ein mótvekt til smáu bilarnar úr Korea og Japan.

Roknað verðu við, at bilurin ikki kemur á marknaðin fyrr enn um teini tvey ár. Tað,s um teir nú arbeiða við, er at tillaga tøknina. Málini og útsjóndin eru fingin upp á pláss - hóast vit ikki kunnu vera vís í, at verksmiðjan ikki fer at broyta útsjóndina.


Mini-afturhvarv

Almikið afturhvarv (nostalgi) fylgi Mini , samstundis sum bilurin er moderniseraður.

Í staðin teir 3,05 metrarnar, sum gamli Mini var langur, er tann nýggi 3,50 metrar, og grillin er vorðin meira moderna. Framman fyri føraran er eitt stórt speedometur, meðan eitt runt instrumentpanel í miðjuni hevur restina av instumentunum.

Tøkniliga sæð er tann nýggi Mini framhjólstrektur, og motorurin, ið kemur frá felagsverksmiðjuni hjá BMW/Chrysler í Brasilia, liggur tvørturum í motorrúminum.

Talan verður um ein 1.6 liturs motor við 16 ventilum sum tann størsti motorurin, men annars fer hann eisini at fáast við einum 1.4 liturs motori sum standard.

Framleiðslan byrjar í ár 2000 í Longbridge í Stórabretlandi, og roknað verður við einum komplettum modelprogrammi - t. v. s. eisini sum pick-up og stationcar sum í 60?unum?


Kelda: Motor/FDM