Hesin skal avloysa Tevez

Juventus hevur kannað sær ein avloysara, um nú Carlos Tevez fer úr felagnum.

Tað er ógreitt, um Carlos Tevez heldur fram í Juventus, og sambært Daily Mirror, so hevur italska felagið nú leitað sær eftir einum avloysara.


Talan skal vera um Mario Mandzukic, sum í løtuni spælir við Atlético Madrid. Enn er tó einki skrivað undir, men Juventus hevur víst áhuga í honum.


Eisini Manchester United sigst vera áhugað í 29 ára gamla kroatiska áleyparanum, sum seinasta kappingarár skeyt 12 mál í 28 dystum fyri Atlético Madrid.