Soleiðis sigur Andy Ottaway, stjóri í Campaign Whale, ið er ein felagsskapur, ið arbeiðir fyri at steðga millum annað grindadrápi, við enska blaðið The Sun í dag. Heimasíðan hjá The Sun skrivar um grindadráp í Føroyum, eftir at Sea Shepherd-limurin, Peter Hammarstedt, hevur verið her fyri kortum. Tá sá hann eina grind leggja beinini í Klaksvík, ella sum The Sun skrivar:
- More than 200 protected pilot whales were hacked to death with knives and sharpened hooks by fishermen who trapped them in coves on the Faroe Islands.
Peter Hammarstedt greiðir í The Sun frá, hvussu onkur hvalur, sambært honum, varð stungin fimm ella seks ferðir í høvdið, meðan aðrir vórðu stungnir í fýra minuttir og høvdu ein sera pínufullan deyða.
Peter Hammarstedt sigur, at hann taldi 236 hval, áðrenn ein klaksvíkingur legði merki til hann og hann mátti sleppa sær til rýmingar.