Rógvi S. Holm spælir ikki við HB komandi kappingarár. Tað hevur hann boðað felagnum frá.
Les eisini:Hesin heldur ikki fram í HB
- Eg fær ætlandi niður at lesa komandi ár. Eg eri í holt við útbúgving, har eg í minsta lagi eitt ár má lesa niðri. Eg havi boðað HB frá, at eg ikki leingi sáttmálan, sigur Rógvi S. Holm.
Rógvi S. Holm er triði verjuspælarin hjá HB, sum ikki heldur fram í felagnum. Frammanundan er greitt, at Gunnar Haraldsen og Alex José dos Santos heldur ikki halda fram í HB.
Les eisini:Miðverji heldur ikki fram í HB
Í VikuskiftisSosialinum, sum kemur á gøturnar í kvøld, er samrøða við Jan Dam, sum er nýggjur venjari hjá HB.