Hesi útflyta mest stál og aluminium til USA

Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur gjørt av at leggja toll á innflutt stál og aluminium

Tað hevur ført til ógvusligar reaktiónir frá heimssamfelagnum, at amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur lagt toll á stál og aluminium.

 

Fleiri av pørtunum halda, at avgerðin kann føra til handilskríggj.

 

Avgerðin hjá Trump merkir, at nú verður 25 prosent tollur lagdur á innflutt stál og 10 prosent tollur á innflutt aluminium. Forsetin hevur tó gloppað dyrnar fyri møguleikanum at lata ávís útvald lond sleppa undan tollinum.

 

Her eru londini, sum útflyta mest stál og aluminium til USA:

 

Útflytarar av stáli:

* Kanada: 16 prosent

* Brasilia: 13 prosent.

* Suðurkorea: 10 prosent.

* Russland: 9 prosent.

* Mexico: 9 prosent.

* Turkaland: 7 prosent.

* Japan: 5 prosent.

* Taiwan: 4 prosent.

* Týskland: 3 prosent.

* India: 2 prosent.

 

Útflytarar av aluminium:

* Kanada: 56 prosent

* Russland: 8 prosent.

* Sameindu Arabisku Emiratini: 7 prosent.

* Kina: 6 prosent.

* Onnur: 23 prosent.

 

Keldur: Business Insider, Voice of America, CNBC.

/ritzau/