Hesi trý skulu fáa føroyingar at liva sunnari

Trý fólk eru sett at skipa fyri tiltøkum, sum skulu fáa okkum at drekka minni, roykja mnni, røra okkum meiri og eta sunnari

Fólkaheilsuráðið hevur nú sett tríggjar trý fólk, sum skulu fáa føroyingar at liva sunnari.

 

Hesi tríggir átaksleiðararnir, sum tey nevnast, skulu standa á odda fyri átøkum, sum hava til endamáls at fáa okkum roykja minni, drekka minni, røra okkum meiri og eta sunnari.

 

Talan er um Ólav Jøkladal, sum er útbúgvin magistari, Poulu Patursson, cand. scient. og Ingrid Bjarnastein, journalist.
 

- Í ár ætlar Fólkaheilsuráðið at fáa talið av vaksnum roykjarum í Føroyum niður á 20 prosent, sigur Ólavur Jøkladal á Fólkaheilsuráðnum.

 

- Somuleiðis er málið at byrgja fyri, at øll tey, sum eru fødd í 2000 nakrantíð fara at roykja og tí verður skipað fyri serligum átøkum, júst fyri hendan ávísa aldursbólkin.
 
- Hvat mati viðvíkur, skal ljós varpast á fyrimunirnar við at eta fisk fleiri ferðir um vikuna.

 

- Harumframt skulu umframt at føroyingar eggjast til at eta meiri grønmeti og soltnar mjólkaúrdráttir.

 

- Tá tað kemur til rørslu er ætlanin at fáa tey, ið als ikki røra seg, at røra seg eitt sindur. Talan er um bæði ung, vaksin og eldri fólk, sigur Ólavur Jøkladal.

Hvat rúsdrekka viðvíkur, ætlar Fólkaheilsuráðið serliga at varpa ljós á stórbrúkarar av rúsdrekka.  

 

-       Á hesum økinum er Heini Mohr Hermansen, cand. merc., settur sum verkætlanarleiðari í tríggjar mánaðir og í hesum sambandi er eisini ætlan in at kanna, hvussu nógv 17 ára gomul misbrúka rúsevni av ymsum slagi.