Hesi stilla upp fyri Javnaðarflokkin í Klaksvík

Norðoya Javnaðarfelag stillar 9 valevni upp til býráðsvalið hesaferð

 

Norðoya Javnaðarfelag skrivar í kvøld, at 9 valevni eru á lista C. 6 konufólk og 3 mannfólk.

 

  • Arnhold Olavsson Jensen
  • Finnbjørn Vang
  • Hedvig Waagstein
  • Joan Heinesen
  • Randi Waag Jacobsen
  • Signhild V. Johannesen
  • Súni Anthoniussen
  • Súsanna Lydersen
  • Terja Ósá

 

Javnaðarflokkurin hevur tvey umboð í Klaksvíkar býráð. Tey eru Signhild V. Johannesen, sum á seinastas vali fekk næstflestar atkvøður í Klaksvík. Hon fekk 319 atkvøður.

 

Hitt umboðið hjá Javnaðarflokkinum Tummas Lervig, sum fekk 80 atkøvður. Hann hevur sitið í býráðnum seinastu tvey valskeiðini, men stillar ikki uppaftur hesaferð.