Aftur í ár verður skipað fyri vælumtókta Seniorfestivalinum í Runavík. Seniorfestivalurin er ein tónleikafestivalur, ið serliga vendir sær til tey tilkomnu, og hann verður 1. juni. Í kvøld kunngera fyrireikararnir øll nøvnini, ið verða at hoyra á ársins festivali.
Halleluja Sofus, Elin Brimheim Heinesen, Hanus G, Kári P og Vestmenn eru millum nøvnini, ið skulu spæla. Plakatin sæst niðan fyri her.
##med2##
- Tankin við festivalinum er at lata dyrnar upp og gera Roðan meira atkomuligan, so gestir, umframt at njóta tónleikin, hugnan og samveruna, eisini kunnu nýta høvið at heilsa uppá gamlar kenningar og íbúgvar annars á røktarheiminum, siga fyrireikararnir. Tað er aftur Roðin – økistænastan, ið skipar fyri.
Telt verða sett upp á parkeringsøkinum og økinum kring røktarheimið í Runavík, har tónleikaframførslur, matur og hugni kunnu njótast. Á hendan hátt er festivalurin væl vardur í mun til veður og vind, eins og allir neyðugir hentleikar eru nærhendis.
Sum nakað nýtt verður eisini felagssangur á skrá og ein spennandi málningaframsýning, sum búfólk á ERE- og fólk, sum koma á dagtilhaldi hava málað. Málningarnir verða til sølu.