Hesi skulu leggja tað etiska støði í samfelagnum

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, hevur nú sett eitt etisk ráð, sum skal viðgera etiskar spurningar í samfelagnum

Etiska Ráðið verður valt fjórða hvørt ár og tilsamans eru níggju limirnar í ráðnum, og hesi næstu árini verður tað Hildur við Høgadalsá, sum verður forkvinna í nýggja ráðnum, sum fer til verka um ársskiftið.

 

Hildur er sjúkrarøktarfrøðingur og hevur verið limur í  Sjúkrarøktaretiska ráðnum, har hon eitt skifti var forkvinna. Á yrkisleið síni hevur hon starvast víða í heilsuverkinum, harav meginpartin av tíðini á Sjúkrarøktarfrøðiskúlanum.

Tað er landsstýriskvinnan í heilsumálum, sum hevur valt hana í ráðið.

 

Hinir limirnir í Ráðnum eru:

 

Steintóra Samuelsen, serlækni í gynækologi/obstretrik, yvirlækni á Landssjúkrahúsinum.

Tilnevnd av landsstýriskvinnuni í heilsumálum.

 

Jógvan D. Hansen, Cand. Phil. og lærari í heimsspeki.

Tilnevndur eftir tilmæli frá politisku flokkunum á Løgtingi.

 

Richard Schwartzson, farmaceutur MSc (IT) og er KT leiðari á Tjaldurs Apoteki.

Tilnevndur eftir tilmæli frá politisku flokkunum á Løgtingi.

 

Sólbjørg Frederiksberg, fysioterapeutur á fysioterapideildini á Landssjúkrahúsinum.

Tilnevnd eftir tilmæli frá politisku flokkunum á Løgtingi.

 

Jákup H. Foldbo, Cand. Scient. Soc. og trivnaðarleiðari í Runavíkar kommunu.

Tilnevndur eftir tilmæli frá Kommunufelagnum.

 

Leif Olsen, sosialráðgevari og ráðgevari í Almannaverkinum.

Tilnevndur eftir tilmæli frá landsstýriskvinnuni í almannamálum.

 

Debes H. Christiansen, lívfrøðingur og deildarleiðari á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.

Tilnevndur eftir tilmæli frá landsstýrismanninum í uttanríkis- og vinnumálum.

 

Marjun Bæk, fyrrverandi sóknarprestur. Hon hevur eisini verið sjómansprestur í fleiri ár

Tilnevnd eftir tilmæli frá landsstýriskvinnuni í mentamálum.

 

Endamálið við Etiska ráðnum er at fremja og styrkja kjak og vitan um etiskar spurningar, sum knýta seg til nýtsluna av bio- og ílegutøkni, sum hava ávirkan á lívið hjá menniskjum, sigur Sirið Stenberg.

 

Ráðið kann harumframt fremja og styrkja kjak um aðrar almennar og prinsipiellar etiskar spurningar, sum knýta seg til heilsufakliga virksemið á heilsu-, almanna- og kommunuøkinum.

 

Etiska ráðið hevur skyldu til at fylgja menningini á tí bio- og ílegutøkniska økinum og hevur til uppgávu at ráðgeva í etiskum spurningum viðvíkjandi gransking í og nýtslu av bio- og ílegutøkni.

 

Ráðið virkar óheft og velur sjálvt tey evni og teir spurningar, tað tekur til viðgerðar. Tað er ikki eitt krav at Ráðið er samt í sínum niðurstøðum um ávís mál, tí endamálið er at fremja og styrkja kjak og vitan um etiskar spurningar, heldur enn at koma við avgjørdum niðurstøðum.