Leygarkvøldið var stórt gallakvøld í høllini á Stórheyggi í Havn, har tey, sum hava skarað framúr í fimleiki hetta seinasta árið, vórðu heiðrað. At halda gallakvøld, har tey, sum hava skarað framúr, er vælkent úr tónleiki og ymsum ítróttargreinum, men hetta er fyrstu ferð tey, sum varða av fimleikinum her á landi, royna tað.
Gunn Reginsdóttir Joensen, sum er ein av fyrireikarunum, sigur, at tað vóru eini 200 veitsluklædd fólk á gallakvøldinum og tey umboðaðu fimleikafeløgini Ljósið, Flog, Havnar Fimleikafelag, Klaksvíkar Fimleikafelag og Støkk.
Her sært tú, hvørji fingu heiðurin.
Pól Esper H. Hansen, Støkk
Ársins Estetiski venjari/venjaratoymi Eyð Strøm, venjari hjá lið Alda & Hulda, Havnar Fimleikafelag
Ársins amboðs fimleikari Jiya L. Zhang, kvinna, Ljósið
Ársins lið Lið Hulda, kvinnur, Havnar Fimleikafelag
Ársins stjørnuskot: Flog Estetiskt: Debora I. Staus og Asta Sofía Reynatrøð, Havnar Fimleikafelag Estetiskt: Katrin Wardum Havnar Fimleikafelag Amboð: Øssur Debes Eiriksfoss Støkk estetiskt: Bjørt Davidsen Støkk: Amboð: Magnus Hansen Ljósið Estetiskt: Kristina J. Thomsen Ljósið Amboð: Marita Mortensen Klaksvíkar Fimleikafelag amboð: Jónas á Bergi
Ársins heiður: Katrin Abrahamsen |
Síggj fleiri myndir frá gallakvøldinum við at trýsta HER
|










