Hesi sólkremini rigga ikki nóg væl

Danska brúkararáðið Tænk testar á hvørjum ári fleiri sløg av sólkremi og hvørjaferð eru fleiri, sum ikki fáa góðkenning frá ráðnum. Í 2018 eru trý sløg av sólkremi, sum ikki fáa góðkenning, men kortini eru á marknaðinum. Tey eru frá Derma, Änglemark og Hawaiin Tropic. Derma sólspray er mált til ein faktor 18, hóast tað stendur at hava hægri verji móti sólini enn sum so. Sama skili er við sprayið hjá Änglemark, sum varð mátað til faktor 23. Í  báðum førum stendur á pakkunum, at tað er faktor 30, men tað er also munandi minni enn tað, sambært Tænk.

 

Bæði Derma og Änglemark hava tó onnur sólkrem, sum klára seg fínt í kanningunum. Tænk ávarar fólki serliga ímóti at halda seg frá merkinum Hawaiin Tropic Sun. Hetta tí, at hetta merkið er fleiri ferðir dumpað í kanningum hjá danska brúkararáðnum fyri at hava munandi minni sólverju, enn tey lýsa við.

 

Somuleiðis sigur Tænk, at kanningar teirra vísa, at hóast sólkrem eitast at vera vatnføst, so er tað kortini ikki nóg mikið av verju í sólkremi, um tú hevur svomið við tí á. Tí er altíð neyðugt at smyrja seg aftur aftaná at tú hevur verið í vatni, tí sannlíkt er, at sólkrem - eisini tey vatnføstu - ikki verja nóg væl aftaná hetta.