Nú corona-virus er staðfest í Føroyum, hevur Fíggjarmálaráðið gjørt eina vegleiðing um, hvørji rættindi, og hvørjar skyldur, starvsfólk hjá tí almenna, hava.
Starvsmannafelagið hevur almannakunngjørt hana og har stendur, at Hevur eitt starvsfólk fingið staðfest smittu eru vanligu reglurnar um sjúku galdandi. Í stuttum merkir tað, at talan er um lógligt forfall, og at løn verður goldin eftir galdandi reglum.
Er eitt starvsfólk smittað, skalarbeiðsgevarin seta seg í samband við landslæknan, ið so ger eina vágameting og tekur støðu til, um onnir starvsfólk skulu sendast heim í sóttarhald.
Tá ið heilsumyndugleikarnir áleggja starvsfólki at verða heima í sóttarhaldi, verður løn goldin eftir galdandi reglum um sjúkrafráveru.
Hevur starvsfólkið ikki fingið sjúkuna, eigur arbeiðsgevarin – um umstøðurnar loyva tí – at áleggja starvsfólkinum at arbeiða heimanífrá.
Hevur starvsfólkið fingið sjúkuna, men eingi sjúkutekin hevur, eigur arbeiðsgevarin somuleiðis at áleggja starvsfólkinum at arbeiða heimanífrá, um so er, at umstøðurnar loyva tí.
Ger starvsfólkið sjálvt av at verða heima í sóttarhaldi, tí viðkomandi metir, at hetta er neyðugt, eigur arbeiðsgevarin í fyrstu atløgu at biðja starvsfólkið seta seg í samband við Landslæknan fyri at kanna, um sóttarhald er neyðugt.
Metir Landslæknin ikki, at sóttarhald er neyðugt, eigur arbeiðsgevarin at gera eina ítøkilig meting um fráveruna og rættin til løn.
Kunngera myndugleikarnir ferðaforboð í einum landi, har starvsfólk er, og starvsfólkið tí ikki sleppur til Føroya, er talan um lógliga fráveru og starvsfólkið hevur rætt til løn eftir galdandi reglum.
Sýtir eitt starvsfólk at loysa eina ávísa uppgávu við smittuvanda sum grundgeving, eigur arbeiðsgevarin at gera eina ítøkiliga meting av støðuni. Í slíkum førum kann verða neyðugt hjá arbeiðsgevaranum at ráðføra seg hjá Landslæknanum.
Arbeiðsgevarin hevur ikki heimild at nokta starvsfólkinum at fara at ferðast til eitt land, har heilsumyndugleikarnir mæla frá at fara til
Men verður starvfólk smittað við corona kann verða talan um, at starvsfólkið er sjúkt av egnum ávum. Verður staðfest, at starvsfólkið er smittað av egnum ávum, hevur starvsfólkið ikki rætt til løn undir sjúku, men annars er talan um lógiliga fráveru.
Sama er galdandi, um heilsumyndugleikarnir áleggja starvsfólkinum at verða í sóttarhaldi.
Ein ítøkilig meting skal altíð gerast, tá ið arbeiðsgevari skal staðfesta, um talan er um sjúku av egnum ávum.
Í hesum sambandi skal metast um, antin forboðið er kunngjørt so mikið seint, at starvsfólkið ikki hevði møguleika at verða kunnað um forboðið fyri fráferð.
Starvsfólk hava ikki rætt til at broyta feriu í sambandi við corona-smittu. Loyva umstøðurnar tí, kunnu arbeiðsgevari og starvsfólk tó gera avtalu um at broyta feriu.
Starvsfólk fær ikki ansing til barn, tí dagstovnur ella skúli er stongdur í sambandi við corona-smittu.
Starvsfólk hevur skyldu at møta til arbeiðis, hóast ansing ikki fæst til børnini. Arbeiðsgevarin hevur ikki skyldu at gjalda løn til starvsfólk, sum eru fráverandi av hesi orsøk.
Tó eiga arbeiðsgevarin og starvsfólkið, har umstøðurnar loyva tí, saman at finna eina loysn, soleiðis at starvsfólkið antin arbeiðir heimanífra, avspákar ella heldur feriu við ella uttan løn.











