Hesi manna nú sjúklingaráðið

Nú eru fimm limir í Sjúklingaráðnum

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, hevur nú sett nýtt sjúklingaráð. Tað hevur hann gjørt eftir at sjúklingaráðið er umskipað og virksemið hjá ráðnum er endurskoðað. Í 2020 gjørdi Heilsumálaráðið eina eftirmeting av sjúklingaráðnum og í tí sambandi varð mælt varð til, at umskipa ráðið, við at minka talið av limum, og at áseta hvørjar uppgávur og ábyrgdir eitt framtíðar sjúklingaráð skal hava innan sjúkrahúsverkið.

 

Tað vóru níggju limir í sjúklingaráðnum, men í tí nývalda ráðnum eru fimm limir. Hetta er gjørt fyri at gera tað smidligari hjá ráðnum at halda fundir. Uppgávan hjá nýggja sjúklingaráðnum er at ráðgeva landsstýrismanninum í sambandi við lógir og kunngerðir sum hava týdning fyri veitingar til sjúklingar. Harumframt skal sjúklingaráðið viðgera viðurskifti, ið hava týdning fyri veitingar til sjúklingar. Hetta merkir millum annað, at sjúklingaráðið skal gera hoyringsskriv, vera við í arbeiðsbólkum, og hava regluligar fundir við landsstýrismannin.

 

Landsstýrismaðurin velur fimm limir í sjúklingaráðið, eftir uppskoti frá sjúklingafeløgum, sum umboða sjúklingar, ið vanliga verða viðgjørdir á sjúkrahúsunum. Tey, ið manna Sjúklingaráðið, eru:

 

Jákup N. Olsen, Tórshavn – tilnevndur av Krabbameinsfelagnum

 

Hilmar Augustinussen, Tórshavn (Alzheimerfelagið) – tilnevndur av MEGD

 

Emil Michelsen, Øravík (Heilafelagið) – tilnevndur av MEGD

 

Poula Reinert Olsen, Nes (CP Føroyar) – tilnevnd av MEGD

 

Hergerð Joensen, Miðvágur (Giktafelag Føroya) – tilnevnd av Giktafelag Føroya og MEGD

 

Sjúklingaráðið skipar seg sjálvt við formanni, næstformanni og skrivara. Hetta verður gjørt á fyrsta formliga fundi, sum sjúklingaráðið hevur. Sjúklingaráðið verður valt eftir hvørt løgtingsval. Limirnir í sjúklingaráðnum verða sitandi í ráðnum, til nýggir limir eru settir.