Hesi møtast í Europa League

Tað hevur eisini verið lutakast til fjórðingsfinalurnar í Europa League í dag. Chelsea fekk russiska mótstøðu, meðan Tottenham skal takast við FC Basel.

 

Chelsea og Tottenham eru millum favorittarnir at koma víaðri. Chelsea skal møta Ruben Kazan, sum á sinni vann á Nou Camp móti Barcelona, men annars skuldi verið til at yvirkomi hjá Champions League vinnarunum frá í fjør. Tottenham skal møta FC Basel, sum í farna kappingarári koppaði Manchester United í Champions League. Tó so, so skuldi Tottenham verið eitt vet betri enn liðið úr Sveis.

 

Newcastle skal spæla móti Benfica, meðan Fenerbahce, sum B36 royndi seg ímóti fyri nøkrum árum síðani, skal spæla móti italska Lazio.

 

Liðið, sum stendur sum heimlið, hevur fyrra dystin á heimavølli. Finalan verður á Amsterdam Arena í Amsterdam í Hollandi. Tað var Patrick Kluivert, sum er umboðsmaður fyri finaluna í Amsterdam, sum trekti lut.

Fjórðingsfinalurnar í Europa League:

Chelsea - Rubin Kazan

Tottenham - FC Basel

Fenerbahce - Lazio

Benfica - Newcastle