Hesi londini hittast í HM

Lutakast hevur í dag verið um hvussu bólkarnir síggja út í HM í Russlandi næsta summar.

Lutakast hevur seinnapartin verið um hvørji lond koma at hittast í bólkaspælinum í HM-endaspælinum í Russlandi næsta summar.


Lutakastið fór fram í State Kremlin Palace í Russlandi, har teir átta bólkarnir vórðu mannaðir við fýra londum í hvørjum bólki.


Fyrsti dysturin í HM-endaspælinum verður spældur 14. juni, og finalan verður spæld 15. juli.

 

Vertsjóðin Russland kundi neyvan ynskt sær ein meiri yvirkomiligan bólk. Danmark fekk eisini ein yvirkomiligan bólk, meðan hinir grannar okkara, Ísland, fingu ein væl truplari bólk.


Bólkarnir


Bólkur A

Russland

Saudi Arabia

Egyptaland

Uruguay


Bólkur B

Portugal

Spania

Marokko

Iran


Bólkur C

Frakland

Avstralia

Peru

Danmark


Bólkur D

Argentina

Ísland

Kroatia

Nigeria


Bólkur E

Brasilia

Sveis

Kosta Rika

Serbia


Bólkur F

Týskland

Meksiko

Svøríki

Suðurkorea


Bólkur G

Belgia

Panama

Tunesia

Ongland


Bólkur H

Pólland

Senegal

Kolumbia

Japan