Hesi londini bjóða sær til at hýsa EM í hondbólti í 2030 og 2032

Áhugin er stórur fyri at hýsa EM-endaspølunum hjá bæði kvinnum og monnum í 2030 og í 2032

Evropeiska hondbóltssamgongan, EHF boða frá, at tað eru fleiri lond sum vilja vera vertir fyri EM-endaspølini hjá bæði kvinnum og monnum í 2030 og 2032.

 

Á aðalfundi hjá EHF í desember í 2024 fellir avgerðin um hvørji lond vera vertir fyri EM-endaspølini í 2030 og í 2032.

 

Tey sum hava bjóðað seg fram sum EM-vertir í 2030 og í 2032 eru:

 

Mans-EM 2030:

Eysturríki 

Kroatia

Kekkia

Danmark

Estland

Frakland

Týskland

Póland

Sveis

 


Kvinnu-EM 2030:

Montenegro

Serbia

Sveis

Turkaland

 


Mans-EM 2032:

Eysturríki

Kroatia

Estland

Frakland

Týskland

Slovenia

Sveis

Turkaland

 


Kvinnu-EM 2032:

Danmark

Týskland

Montenegro

Póland

Sveis

Serbia