Seinnu 1/8-finalurnar í Europa League hava verið í kvøld, og tað er nú greitt hvørji átta lið fara at manna fjórðingsfinalurnar.
Størsta sigurin átti spanska Atlético Madrid, sum tilsamans vann heili 8-1 ímóti russiska Lokomotiv Moskva. Álopsveteranurin, Fernando Torres, vísti vegin í dag við tveimum málum í 5-1-sigrinum í Russlandi.
Týska stórfelagið, Borussia Dortmund, bleiv varpað úr kappingini av eysturríkska Salzburg, sum vann fyrra dystin í Týsklandi 2-1 og í kvøld megnaði at verja seg til ein málleysan javnleik.
Arsenal er eisini víðari til fjórðingsfinalurnar, og tað í sannførandi stíli eftir samanlagdan 5-1-sigur ímóti AC Milan. AC Milan legði seg á odda í fyrra hálvleiki, men spenningurin vardi tó ikki leingi. 3-1 til Arsenal bleiv úrslitið í kvøld.
Fjórðingsfinalurnar verða spældar 5. og 12. apríl. Lutakastið verður í morgin á middegi.
1/8-finalur í Europa League:
Lokomotiv Moskva – Atlético Madrid 1-5 (samanlagt 1-8)
Athletic Bilbao – Marseille 1-2 (samanlagt 2-5)
Dynamo Kiev – Lazio 0-2 (samanlagt 2-4)
Viktoria Plzen – Sporting Lissabon 2-1 (samanlagt 2-3)
Zenit Skt. Pætursborg – RB Leipzig 1-1 (samanlagt 2-3)
Arsenal – AC Milan 3-1 (samanlagt 5-1)
Lyon – CSKA Moskva 2-3 (samanlagt 3-3)
RB Salzburg – Borussia Dortmund 0-0 (samanlagt 2-1)