20 konsertir við 10 tónlistafólkum í 10 ymiskum húsum í Norðragøtu og Syðrugøtu.
Tað er konseptið fyri tiltakið HOYMA, sum verður hildið leygardagin 9. november.
Tvær konsertir verða hildnar í hvørjum heimi, og tað verða einans nýtt akustisk og/ella handhildin ljóðføri. Eingi ljóðanlegg verða sett upp til framførslurnar.
Nú er greitt, hvørji tey 10 tónlistafólkini, ið verða við til HOYMA, verða: Annika Hoydal, Stanley Samuelsen, Martin Joensen, Hallur & Kristina & Beddi, Marius Ziska, Høgni Lisberg, Kári Sverrisson, Hamferð, Lyon Hansen og Lisa í Dali.
Hesi eiga stovurnar
Tað er eisini greitt, hvørji heim leggja stovu til framførslurnar.
Í Noðragøtu verða tey: Hjalti og Herdis Dalheim (Torbjarnargøta 1), Mourits og Herborg Foldbo (Sjúrðargøta 15), Jonhard og Oluffa Hammer (Sjúrðargøta 17), Hanna og Tórheðin Jensen (Tróndargøta 49) og Jón Tyril og Elsebeth Elnarsdóttir (við Ánna 72).
Í Syðrugøtu verða tey: Sólarn Solmunde og Agnes Mortensen, (Deildarvegur 2), Oluffa og Martin Joensen (Úti í Bø 30), Julia og Jóni Lamhauge (Túvuvegur 7), Páll og Ranvør Isholm (Gróvargøta 9) og Janus Rasmussen og Sunnleyg Dalheim (Geilargøta 8).
Onnur tiltøk verða eisini í sambandi við HOYMA – eitt nu heitir pottar, havsvimjing, sauna, kaffistova og annað.










