Hesi kunnu gerast ársins leiðarar

Tríggjar kvinnur og tríggir menn eru í uppskoti til at gerast ársins leiðarar 2014

Tríggjar kvinnur og tríggir menn eru í uppskoti til at gerast ársins leiðarar 2014.

 

Afturvendandi tiltakið á Ársins Leiðaradegi er at finna besta almenna og privata leiðara. Í ár eru hesi í uppskoti til ársins almenna leiðara:

 

Annika Sølvará, Granskingarráðið

Eyðun Mørkøre, TAKS

Jenny Christina Petersen, Tjóðpallur Føroya

 

Innan tað privata eru hesi í uppskoti:

 

Atli Gregersen, HiddenFjord

Eirikur Lindenskov, Miðlahúsið

Johanna á Bergi, Faroe Ship

 

Almenningurin hevur havt møguleika at senda inn tilnevningar, og hevur áhugin verið størri enn nakrantíð, siga fyrireikararnir. Í 2013 gjørdist Ólavur Asafson Olsen, stjóri, KJ Hydralik Ársins privati leiðari, og Halldis Joensen, leiðari fyri Heimið við Vallalíð Ársins Arsins almenni leiðari.

 

Ársins leiðarar verða valdir á Leiðaradegnum, sum Synergi skipar fyri á Hotel Føroyum fríggjadagin.

Í dómsnevndini sita Annika Waag, virkis- og góðskuleiðari Føroya Bjór, Andras Róin, stjóri Bústaðir og Gunnleyg Durhuus. fyrrv. depilsstjóri Eldradepilin.