Hvør skal avloysa David Cameron sum forsætisráðharra og leiða bretsku tjóðina í samráðingarnar við Evropeiska Samveldið, nú tjóðin hevur atkvøtt fyri at fara úr samstarvinum? Tað er ein av brennandi spurningunum í Bretlandi í hesum døgum eftir, at David Cameron fríggjadagin boðaði frá, at hann leggur frá sær í oktober.
Nýggi forsætisráðharrin verður valdur av Konservativa flokkinum, ið situr við stjórnarvaldinum eftir valsigurin á tjóðartingsvalinum í fjør. Tinglimirnir í flokkinum skulu velja tvey valevnir, ið skulu stríðast um at gera næsti leiðarin fyri flokkin. Tá tað er gjørt, so skulu tinglimirnir velja millum tey bæði valevnini. Tá ein persónur hevur vunnið meirilutan tekur viðkomandi við sum floksleiðari og forsætisráðharrin.
Nógv eru um boðið, men bretska blaðið the Independent nevnir fimm boð, ið metast hava ein møguleika at gerast næsti forsætisráðharrin.
Boris Johnson:
Um fólk vilja seta pengar á hvør næsti forsætisráðharrin er, so er Boris Johnson besti boðið.
Leingi hevur verið mett, at fyrrverandi borgarstjórin í London hevur havt ætlanir um at taka við eftir David Cameron, tó at hann neyvan nakrantíð hevur mett, at tað longu skuldi vera í heyst.
Hann var ein av mest eyðsýndu leiðarunum í Leave-rørsluna, men tað kann vera ein vansi, hóast hann er best umtókti politikarin í Bretlandi, at hann ikki hevur serliga stóran stuðul innanfloks.
Theresa May:
Kann gerast næsta kvinnan í bretskari søgu, ið tekur við sessinum sum forsætisráðharri. Innanríkisráðharrin hevur sett met, sum tann persónurin, ið hevur sitið longst í sessinum síðstu hundrað árini. Tað inniber eisini, at hon hevur ein rúgvu av stjórnarroyndum.
Hóast hon mangan verður nevnd ísdrotningin, so er hon helst besta boðið upp á eitt valevni, ið kann samla ein flokk, ið er farin í tvíningar. Sjálv stuðlaði hon bretskum ES-limaskapi, men førdi ikki nakað skipað valstríð fyri sínar hugsanir, og hóast hennara stuðul til ES, so hevur hon mangan funnist at samveldinum.
Michael Gove:
Núverandi løgmálaráðharri og ein av mest framstandandi persónunum, ið førdi valstríð fyri teimum, ið ynsktu Bretland úr ES.
Hann er høgt í metum millum báðar partar í flokkinum og hevur klárað seg væl í kjakum viðvíkjandi ES. Tá heimasíðan hjá Konservativa flokkinum fyri nøkrum vikum síðani spurdi hvør næsti forsætisráðharrin skuldi vera, fekk hann ein triðing av øllum atkvøðunum, ið var tvífalt so nógv sum nummar tvey.
Mett verður tó, at hann letur Boris Johnson fáa forsætisráðharrasessin.
Ruth Davidson
Skotski leiðarin hjá teimum Konservativu vakti veruliga ans, tá hon leiddi flokkin til stóra framgongd til skotska tjóðartingsvalið fyrr í ár.
Hon er væl dámd innanhýsis í flokkinum og av veljarunum. Tað er tó ein veikleiki, at hon ikki er tinglimur og var ein sterk talskvinna fyri ES-limaskapi.
George Osborne:
Bretski fíggjarmálaráðharrin hevur leingi verið mettur at vera ein av favorittunum at taka yvir eftir David Cameron, men eftir fólkaatkvøðuna er óvist, um hann hevur neyðuga stuðulin. Eins og David Cameron rak hann fyri teirra, ið stuðlaðu einum bretskum ES-limaskapi, har hann gjørdist ímyndin av teimum, ið ávaraðu um álvarsamar búskaparligar avleiðingar um Bretland fór úr samveldinum. Ávaringar, ið nógv mettu vera lítið annað enn ein ræðuherferð.










