Lutakast hevur í kvøld verið um hvussu spælast skal í kappingini um Løgmanssteypið. Tað var í ítróttarsendingini 3-2 hjá Kringvarpinum, at lutakastið fór fram.
Í ár verður kappingin avgreidd soleiðis, at byrjað verður við 1/8-finalum. Nóg mikið av liðum vóru við til at manna tær, og tískil kundu øll hitta øllum í lutakastinum.
1/8-finalurnar verða spældar 2. apríl, og fjórðingsfinalurnar verða 13. apríl. Hálvfinalur eru 10. og 25. mei, meðan steypafinalan verður spæld 26. august.
Lutakastið fløskaði seg soleiðis:
AB – TB/FCS/Royn
B68 – Víkingur
EB/Streymur – Skála
B36 – B71
07 Vestur – NSÍ
HB – MB
ÍF – Giza Hoyvík
Undrið FF - KÍ