Róðrarsamband Føroya hevur nú gjørt av, hvørjir rógvarar skulu umboða Føroyar í HM í inniróðri.
Tað sigur Róðrarsambandið í dag.
Tann 11. januar skipaði Róðrarsamband Føroya fyri úttøkukapping til HM í inniróðri, sum verður í Boston sunnudagin 16. februar.
Inniróður er seinnu árini blivin ein natúrligur partur av fyrireikingini til heimligu kappingina.
Tað hevur eisini verið fastur táttur í fleiri ár, at skipað hevur verið fyri óalmennum FM í inniróðri.
Eisini hevur tað víst seg, at føroyskir rógvarar klára seg sera væl í inniróðri og standa einki aftanfyri rógvarar aðrastaðni frá.
Tí helt nevndin í Róðrarsambandinum fyri trimum árum síðani, at tað hevði verið sjálvsagt at sent nakrar rógvarar til HM.
Hetta kundi verið ein gyltur møguleiki hjá rógvarum at venja fram ímóti og har við halda venjingini við líka til heimliga kappingin byrjar aftur.
Fyrsta árið var undirtøkan fyri kappingini eisini góð, men í fjør og nú í ár er talið av luttakandi til úttøkukappingina minkað heilt nógv.
Aftan á HM í Boston fer Róðrarsambandið tí eftir at eftirmeta seinastu trý árini við tí í hyggju at finna útav, hvat kann gerast fyri at skapa størri áhuga fyri inniróðri.
Róðrarsambandi sigur, at hesa ferð høvdu fimm rógvarar meldað til úttøkukappingina.
Róðrarsambandið hevði sett sum krav, at fyri at sleppa við til Boston var ein topp 25 plasering frá HM í Boston 2013 ein treyt. Men allir 5 rógvararnir kláraðu væl og virðiliga hesa kravtíðina, og tí sluppu øll við til Boston. Rógvararnir, sum umboða Føroyar, eru hesir:
Kvinnur opin bólkur: Annetta Cecilia Eidesgaard Menn lættvekt: Dánjal Martin Hofgaard Master menn 30-39 ár lættvekt: Jens Kristian Dam Senior menn 40-49 ár lættvekt: Búgvi Poulsen Senior menn 40-49 ár tungvekt: Toni Dam
Við á ferðini vera eisini tvey umboð fyri Róðrarsambandið. Ferðalagið fer av stað mánadagin 10. februar og verður heima aftur á klettunum mánadagin 17. februar.
Róðrarsambandið sigur, at meðan kappingin verður, fer at bera til at fylgja við henni á heimasíðuni crash-b.org |