Hesi fimm úr Føroyum eru í uppskoti til norðurlendska virðisløn

Týsdagin verða mentanarvirðislønirnar hjá Norðurlandaráðnum handaðar í Operuni í Oslo, og í hesum sambandi eru eisini fimm føroyingar í uppskoti til at at fáa eina av virðislønunum.

 

Til Bókmentavirðislønina er Jóanes Nielsen tilnevndur fyri yrkingasavnið "Gudahøvd" frá 2017. Hetta er sættu ferð, hann er í uppskoti til virðisløn Norðurlandaráðsins. Í grundgevingini verður sagt at tú sansar eina serliga frásøgugleði í yrkingunum, ið næstan minna um smáar samandrignar skaldsøgur við stórum søgum og lívsáskoðanum

 

Til Barna- og ungdómsvirðislønina er Bárður Oskarsson tilnevndur fyri myndabókina "Træið" frá 2017. Hetta er triðju ferð, at Bárður er tilnevndur til Barna- og ungdómsvirðislønina. Í Grundgevingini stendur, at myndabøkurnar hjá honum eru einfaldar og naivistiskar, men samstundis sniðfundigar.

 

Rakel Helmsdal er í uppskoti til at fáa Barna- og ungómsvirðislønina – men tað sermerkta er, at tað eru íslendingar, sum hava skotið hana upp fyri bókina "Skrímsli í vanda" , sum hon hevur gjørt saman við íslendsku Áslaug Jónsdóttir og svenska Kalle Güettler. Íslendingar siga, at søgan vekir væl kendar kenslur hjá bæði børnum og vaksnum.

 

Til tónleikavirðislønina er bólkurin, Hamferð, í uppskoti fyri fløguna, Támsins likam. Tað verður sagt um Hamferð, at bólkurin røkkur hugtakandi, tónlistaligum og tekniskum hæddum, sum tala til ein nógv breiðari skara enn tey, ið vanliga lurta eftir slíkum tónleiki.

 

Til umhvørvisvirðislønina er felagið Green IQ úr Hvalvík í uppskoti fyri eina serliga skipana, ið kann skilja olju frá vatni umborð á skipi. Skipanin, nevnd Green Arc, tekur oljuna úr lensivatninum uttan at nýta kemikaliu ella filtur.

 

Hinvegin er ongin í uppskoti úr Førouyum til filmsvirðislønina hjá Norðurlandaráðnum hesa ferð, sigur Mentamálaráðið í einum tíðindaskrivi í dag.