Ria Tórgarð, Katrin Ottarsdóttir og Anker Mortensen

Hesi fáa listafólkaløn í trý ár

Nevndin í Mentanargruni Landsins hevur tikið avgerð um at veita trimum umsøkjarum listafólkaløn í trý ár fyri at arbeiða burturav við bókmentum, myndlist og palllist.

 

Ria Tórgarð, Katrin Ottarsdóttir og Anker Mortensen

Tey eru: Katrini Ottarsdóttir, Anker Mortensen og Jóhannu Mariu Tórgarð 

Bókmentalig faknevnd segði um Katrina Ottarsdóttir: 

“Katrin Ottarsdóttir, rithøvundur, hevur givið út skaldskap á høgum listaligum stigi. Tað sama eyðkennir tey bæði skaldsøguhandritini, sum eru send við umsóknini um listafólkaløn.... hon granskar á listaligan hátt viðurskifti millum foreldrini og lýsir við sakligari innliving, hvussu hálvvaksna barnið livir við avleiðingunum. Tekstirnir eru merktir av frásagnargleði og kreativum málburði. Umhvørvið er lýst við fáum og sigandi staklutum. Stílurin avmyndar tær mekanismurnar í sinninum, sum verða settar í verk, tá ið tað óynskta hendir.” Faknevndin leggur afturat, at líkindini eru fyri, at verkætlanirnar hjá Katrini “verða lidnar í komandi tríáraskeiði.” 

Í nevndini sótu: Malan Marnersdóttir og Dorit Hansen. 

Bókmentalig faknevnd segði um Anker Mortensen: 

“Vit eru samd um tað høga listaliga stigið, Anker Mortensen er á, og sum hevur gjørt hann til ein av fremstu listafólkum í sínum ættarliði. Samstundis hevur hann á makaleysan hátt megnað at tulkað síni føroysku evni í einum úttrykki, har abstraksjón, fabulering og mystikkur ganga upp í hægri og hugtakandi eind. Í einum verki fyri og øðrum eftir hevur hann í stívliga tjúgu ár dýpt og fínkað sítt úttrykk við stórum fylgjum og einum listaligum stigi, sum hevur vakt ans uttan fyri landoddarnar. ” 

Í nevndini sótu: Nils Ohrt og Inger Smærup Sørensen 

Bókmentalig faknevnd segði um Jóhonnu Mariu Tórgarð: 

“Jóhanna Maria hevur verið sera virkin í sjónleikaraumhvørvinum síðani 1970’ini og hevur drúgvar royndir við sjónleiki og sjónleikaframleiðslu. Í umsóknini er sera væl lýst og nágreinað, hvat 3-ára listafólkalønin verður brúkt til - eitt nú at skapa nýtt føroyskt tilfar til pall og at fáa tilfar frá palli yvir í film. Harumframt horva hennara verkætlanir langt inn í framtíðina, har hugsað verður um at menna ungar leikarar og ætlanir um at skapa karmar um eitt palllistaligt umhvørvi uttan fyri Tórshavn. Verkætlanirnar eru fjølbroyttar og spennandi og hava týdning fyri at menna føroyska palllist.” 

Í nevndini sótu: Marianna Mørkøre og Kristina Sørensen Ougaard. 

Mentanargrunnur Landsins skrivar, at umsóknir á sera høgum stigi. Inn komu 22 umsóknir, flestu teirra vóru á einum sera høgum listaligum stigi. 

– Torført hevur verið at taka dagar ímillum dygdargóðu umsóknirnar. Samstundis fegnast vit um fjølbroytnið og gróðurin, sum er á teimum ymsu yrkislistaøkjunum, skrivar Poul F. Guttesen, sum er formaður í nevndini. 

Endamálið við listafólkalønunum er at bøta um umstøðurnar hjá yrkislistafólkum, og lønirnar verða veittar umsøkjarum við støði í verkevni ella verkætlan, sum eftir nevndarinnar meting hava listalig og faklig dygdareyðkenni. Listafólkið skal í einum tríára skeiði arbeiða burturav við síni list. Listafólkalønin svarar til læraraløn á fólkaskúlans lønarstigi 21, stig 1, sum er 32.383,21 krónur um mánaðin umframt 5.505,15 krónur í pensjón.

 

 

Ria Tórgarð, Katrin Ottarsdóttir og Anker Mortensen