Hesi eru tilnevnd til Planet Awards 2012

Aftur í ár verður føroyski tónleikurin fagnaður á Planet Awards. Talan er um sjey virðislønir, sum skulu latast og fimm nøvn kappast í hvørjum bólki. Hvørji hesi eru sæst niðanfyri.

 

Tað er ein dómsnevnd, sum hevur avrátt, hvørji fimm tey halda, eru best skikkað at verða tilnevnd at kappast um eina Planet Awards. Sama dómsnevnd skal eisini meta um, hvørji tey halda skulu vinna eina Planet Awards-virðisløn, men teirra avgerð er ikki alt.

 

Tí eins og undanfarin ár sleppur vanligi føroyingurin eisini upp í part, tá avgerð skal takast um, hvør skal heiðrast.

 

SMS-skipanin lat upp í gjár, tá tilnevningarnar vórðu kunngjørdar í Sosialinum, og hon verður opin til og við 26. desember. Við at greiða atkvøðu ert tú við at gera av, hvør tónleikari ella bólkur vinnur hvørja virðisløn. Hetta gert tú við at senda eini sms-boð til 1940, har tú skrivar til dømis ”Pla 10”, um tú heldur, at Hamferð er ársins bólkur, ella ”Pla 20” um tú heldur, at Stanley Samuelsen er ársins einstaklingur. Sí annars upplýsingarnar niðanfyri.

 

Ársins bólkur

Hamferð (pla 10)

Frodi & The Pink Slips (pla 11)

200 (pla 12)

Týr (pla 13)

Divaz (pla 14)

 

Ársins einstaklingur

Stanley Samuelsen (pla 20)

Hanus G. Johansen (pla 21)

Høgni Lisberg (pla 22)

Eivør (pla 23)

Teitur (pla 24)

 

Ársins nýggi bólkur/einstaklingur

Sakaris (pla 30)

Urbanus (pla 31)

Sveinur Gaard Olsen (pla 32)

Hans Andrias (pla 33)

Kristel Lisberg (pla 34)

 

Ársins sangari

Teitur (pla 40)

Finnur Koba (pla 41)

Marius Ziska (pla 42)

Høgni Lisberg (pla 43)

Fróði Hansen (pla 44)

 

Ársins songkvinna

Eivør (pla 50)

Greta Svabo Bech (pla 51)

Lív Næs (pla 52)

Evi (pla 53)

Kristina Bærendsen (pla 54)

 

Ársins útgáva

Høgni Lisberg - Con Man (pla 60)

Eivør – Room (pla 61)

Sanganna Veingir - MC Restorff (pla 62)

Frodi & The Pink Slips - The Mouse (pla 63)

200 – Vendetta (pla 64)

 

Ársins sangur

All In – Vanja (pla 70)

Signar í Homrum – Mín skattur (pla 71)

Eivør – Rain (pla 72)

Dynamitt – Hví gongur Tom altíð skid (pla 73)

200 – Við love skulu vit land byggja (pla 74)

 

Hvørt sms kostar 5 krónur umframt vanligan sms-takst, og atkvøðast kann bert einaferð í hvørjum bólki við sama fartelefonnummari. SMS-atkvøðurnar verða lagdar saman og viga helvtina, meðan avgerðin hjá dómarabólkinum telur hina helvtina í samanteljingini. Hetta er fyri at tryggja, at fólksligi parturin og fakligheit ganga hond í hond, tá føroysk tónlistafólk skulu heiðrast.

 

Tey, ið manna dómarabólkin, eru dulnevnd. Hetta er av teirri einføldu orsøk, at hesi fólk so ella so hava ein virknan leiklut í føroyskum tónleikalívi og harvið eisini eitt tætt tilknýti til føroyskar tónleikarar. So fyri at tryggja dómsnevndini best møguligar arbeiðsumstøður, og fyri at tryggja, at tey kunnu siga sína erligu meining – uttan at skula hugsa um áhugamál, onnur hava í teimum – er avrátt, at hesi eru dulnevnd.

 

Upplýsast kann tó, at dómsnevndin telur bæði kyn, fólk í ymsum aldri og við ymsum tilgongdum til tónleikin, umframt at dómsnevndin spennir víða landafrøðiliga, soleiðis at tað ikki einans eru ávís tónleikaumhvørvi, ið eru umboðað.

 

Planet Awards, sum Miðlahúsið skipar fyri, verður fríggjakvøldið tann 28. desember í REX í Havn.

 

Meiri er at lesa í Sosialinum, sum kom á gøturnar í gjár.