Samskiftisstjórin Bill Shine er tann síðsti av nógvum, sum er rýmdur undan Donald Trump forseta
Bill Shine, ein fyrrverandi toppstjóri í tíðindarásini Fox News, boðaði frá í gjár, at hann fer fra sum samskiftisstjóri í Hvítu Húsunum.
Fleiri toppfólk í amerikonsku umsitingini eru farin úr statvi – annaðhvørt av egnum vilja ella hava tey fingið sekkin – síðani Donald Trunmp gjørdist amerikanskur forseti í januar í fjør.
Her síggjast nøkur teirra, sum eru farin úr starvi:
– John Kelly: Stabsstjóri hjá Trump, boðaði frá 8. desember, at hann fór frá við árslok 2018.
– Jeff Sessions: 7. november 2018 boðaði løgmálaráðharrin Jeff Sessions í einum brævi til Donald Trump frá, at hann fór frá.
– Rex Tillerson: Uttanríkisráðharrin varð koyrdur frá tann 13. mars 2018 av Donaldi Trump. Forsetin setti í staðin fyrrverandi CIA stóran, Mike Pompeo.
– Steve Bannon: Umstríddi fyrrverandi sjefstrategurin Steve Bannon fór í august í 2017 úr starvi sínum í Hvítu Húsunum. Tað var eftir at The New York Times boðaði frá, at forsetin hevði gjørt av at koyra hann frá.
– Anthony Scaramucci: Samskiftisstjórin hjá forseteanum fær bara tíggju dagar í starvinum. Hann verður koyrdur 31. juli 2017 av stabsstjóranum hjá Trump, John Kelly, eftir at Scaramucci hevur lagt eftir fleiri topprepublikanarum í samrøðu við ein tíðindamann frá blaðnum The New Yorker.
–Sean Spicer: Tíðindatalsmaðurin í Hvítu Húsunum sigur seg úr stravi 21. juli 2017, tí hann er ónøgdur við setanina av Anthony Scaramucci sum nýggjur samskifitsstjóri í Hvítu Húsunum.
– James Comey: Stjórin í samveldisløgregluni, FBI, sum hevur staðið á odda fyri eini kanning av russiskari íblanding í forsetavalinum í USA í 2016, verður koyrdur av Trump í 2017.
– Michael Flynn: Trygdarráðgevin hjá Trump foresta fer frá í februar í 2017. Tað hendir, eftir avdúkingar av, at hann hevur tingast um amerikonsk tiltøk ímóti Russlandi við russiskan sendimann í USA, áðrenn Trump tók við. Hann hevur harumframt villleitt varaforsetan Mike Pence um samrøðurnar.
Keldur: Bloomberg, CNN, NTB, Reuters, The New York Times og The Washington Post.
/ritzau/










