Hesi eru mest virðismett

Fá her eitt yvirlit yvir hægst virðismettu fótbóltsfeløgini í heiminum

Tað er ein rúgva av pengum í fótbólti, og seinastu árini hava pengarnar alsamt vundið uppá seg.

 

Amerikanska blaðið, Forbes, hevur gjørt eitt yvirlit yvir, hvussu nógv virði tey ymisku fótbóltsfeløgini hava, og tað er ikki hissini upphæddir, ið skrivað verður um.

 

Tey bæði sponsku feløgini, Real Madrid og Barcelona, eru tey bæði ovastu liðini á listanum, meðan Manchester United hevur størst virði av teimum ensku.

 

Virði er mált eftir atgongumerkjasølu, sjónvarpsinntøkum og teimum inntøkunum, sum koma av brandunum hjá feløgunum.

 

Topp 20 listin yvir feløgini við hægst virði er her:

 

1.     Real Madrid (Virði 27,4 milliardir krónur)

2.     FC Barcelona (Virði 26,6 milliardir krónur)

3.     Manchester United (Virði 24,9 milliardir krónur)

4.     Bayern Munchen (Virði 20,1 milliardir krónur)

5.     Arsenal (Virði 15,1 milliardir krónur)

6.     Manchester City (Virði 14,4 milliardir krónur)

7.     Chelsea (Virði 12,5 milliardir krónur)

8.     Liverpool (Virði 11,6 milliardir krónur)

9.     Juventus (Virði 9,7 milliardir krónur)

10. Tottenham (Virði 7,6 milliardir krónur)

11. Borussia Dortmund (Virði 6,3 milliardir krónur)

12. AC Milan (Virði 6,2 milliardir krónur)

13. Paris Saint Germain (Virði 6,1 milliardir krónur)

14. Schalke 04 (Virði 4,9 milliardir krónur)

15. Atletico Madrid (Virði 4,7 milliardir krónur)

16. Inter Milan (Virði 4,2 milliardir krónur)

17. West Ham (Virði 4 milliardir krónur)

18. AS Roma (Virði 3,8 milliardir krónur)

19. Napoli (Virði 3 milliardir krónur)

20. Newcastle (Virði 2,9 milliardir krónur)