Tað er nú greitt, at tað verða 20 valevni, sum bjóða seg fram til býráðsvalið á Tvøroyri um tríggjar vikur.
Tað eru sjey sessir í býráðnum, og valstríðið verður kanska forvitnisligari hesa ferð, enn tað mangan hevur verið, serliga nú ósemja hevur tikið seg upp í Javnaðarflokkinum á Tvøroyri.
Tær ósemjurnar hava ført við sær, at borgarstjórin, Kristin Michelsen, sum er valdur á javnaðarlistanum, er farin av listanum.
Ístaðin gjørdi hann í eini handavending sín egna lista, Kommunulistan, ella Kristindemokratarnar, sum hittinorðað tvørafólk longu eru farin at kalla listan.
Les eisini: Borgarstjórin stillar upp á sínum egna lista
Á listanum eru sjey valevni, og umframt Kristin Michelsen sjálvan, eru tey Kristina Sørensen, Barbara Debes Julsgart, Dan Erik Johansen, Ingi Mortensen, Anfinn Leo og Alvi Mortensen.
Men freistin at lata listarnar var ikki meiri enn farin, tá ið tað eina valevnið, Barbara Debes Julsgart kom við teirri óvanligu fráboðanini, at hon varð sett á listan og at hon var bara valevni, tí tað er ein borgaraskylda, og at tað er ólógligt at nokta.
Men hon gjørdi samstundis greitt, at hon hevur als ongan áhuga í at verða vald í býráðið.
Les eisini: Valevni á Tvøroyri við ikki verða vald í býráðið
Hinvegin hevur leingi verið greitt, at arbeitt varð við at gera ein Borgaralista á Tvøroyri. Á tí listanum eru seks valevni. Trý av teimum eru núverandi býráðslimir, nevniliga Marjun Olsen, Anita Vibergsdóttir og Hallur í Heiðinum.
Hini trý valevnini á borgaralistanum eru Jens Rói Sørensen, Eyðun Ásason og Ólavur Rasmussen.
Á listanum hjá Javnaðarlistanum hendi eisini ein kollvelting í gjár. Upprunaliga vóru seks valevni á listanum, men áðrenn freistin var úti, boðaði tað eina valevni, Tóki Niclasen, frá, at hann tók seg av listanum av persónligum ávum í kjalarvørrinum á ósemjuni í flokkinum.
Les eisini: Tekur seg av listanum á Tvøroyri
Men í evstu løtu eydnaðist at fáa tvey onnur valevni á listan, so at tey nú eru sjey í tali. Á upprunaliga listanum vóru Súsanna Bertholdsen, Pauli Einarsson, Bjarni Hammer, Bogi Johannesen og Annika Jensen Pearce. Men síðani eru Páll Augustinussen og Óli Johansen komin á listan afturat.
Les eisini: Rok um borgarstjóran á Tvøroyri
Les eisini: Borgarstjórin á Tvøroyri slítur við Javnaðarflokkin
Les eisini: Kristin Michelsen stuðlar løgmanni og samgongu