Paul Pogba, Zlatan Ibrahimovic, Henrikh Mkhitaryan og Eric Bailly eru keyptir inn, og hetta viðførir ivaleyst, at tað eru aðrir, ið eru noyddir at lata plássið frá sær í Manchester United.
Bretski miðilin, Daily Telegraph, sigur seg vita, at tað eru fýra leikarar, sum Mourinho helst vil hava úr Manchester United. Hesir fýra leikarar eru Bastian Schweinsteiger, Marcos Rojo, Juan Mata og Daley Blind.
Mest sannlíkt tykist tað at vera, at týski heimsmeistarin, Bastian Schweinsteiger, ikki hevur nakra framtíð í Manchester United. Tá ið týskarin møtti til venjing herfyri varð hann settur at venja við eykaliðnum hjá Manchester United. Eftir øllum at døma tí, at Mourinho ikki tímir at brúka tíð upp á spælarar, sum hann kortini ikki ætlar at nýta.
Helst er tað eisini sannlíkt, at Juan Mata verður seldur. Mourinho og Mata hava áður verið í sama felagi, tá ið Mourinho var venjari hjá Chelsea seinast. Tá hilnaðist samstarvið ímillum portugisan og spaniólan ikki væl, tí at Mata, ið hevði verið ársins leikari hjá Chelsea árið fyri, misti plássið á liðnum, og varð seldur til júst Manchester United. Nú eru Mourinho og Mata aftur í sama felagi, men kanska ikki leingi afturat.
Í Community Shield-sigrinum ímóti Leicester varð Mata bæði innskiftur og útskiftur av Mourinho, og hetta dámdi Mata onki.
Síðani er eitt sindur verri at meta um støðurnar hjá argentinska Rojo og niðurlendska Blind. Sambært Daily Telegraph hevur Mourinho onki ímóti at nýta hesar leikarar, um tað ikki eydnast at selja teir, áðrenn flytingargluggin letur aftur.
Kappingarárið hjá Manchester United í Premier League byrjar sunnudagin, tá ið United spælir á útivølli ímóti Bournemouth.








